analysa.fo miðar alsamt ímóti at vera ein føroysk greiningarfyritøka í heimsflokki. Vit stremba eftir at geva føroyingum skilagóða og rætta vitan, sum tekur støði í teimum upplýsingum, sum eru til taks á netinum. Vit leggja dent á:

  • at veita burðardyggar upplýsingar, sum taka støðið í sannroyndum, tvs. veruleikanum sum hann er
  • at geva føroyingum haldgott grundarlag til skilagóðar og rættar avgerðir
  • at skapa virðir fyri hin einstaka og fyri føroyska samfelagið sum heild

Grundarlagið undir upplýsingunum verður fingið til vega við nýggjastu skipanunum, sum eru til taks á økinum, eitt nú business intellegence.

Í analysu.fo brenna vit fyri at gera tíðiligan vitanarmun fyri føroyska samfelagið. Her arbeiða vælútbúgvin fólk, bæði ungir talsnillingar og fólk við drúgvum greiningarroyndum.